STANDARD VIÐTØKUR fyri MENNINGARSAMBOND INNAN ÍSF

Navn og heimstaður
§ 1
Navn sambandsins er Dartsamband Føroya (DSF) og heimstaðurin er Føroyar. .

§ 2
Menningarsamband
Sambandið verður skipað sum eitt ,,Menningarsamband” sambært Evstu lóg ÍSF’s kap. 4 orsakað av, at sambandið við stovnan ikki lýkur treytirnar í nevndu Evstu lóg fyri at gerast sjálvstøðugt sersamband.

§ 3
Endamál
Endamálið er at vera sambindingarlið millum dartfeløg í Føroyum og at skapa áhuga fyri, menna og samskipa dart sum ítrótt í Føroyum.

§ 4
Limaskapur
Feløg, sum íðka ítrótt innan dart kunnu gerast limir sambært skrivligari umsókn til starvsnevnd sambandsins. Verður noktað umsøkjara limaskap, kann umsøkjari leggja spurningin um limaskap fyri aðalfundin.

§ 5
Limaskyldur og -rættindir
Limir hava skyldu til at fylgja tí til hvørja tíð galdandi regluverki hjá sambandinum og annars at fylgja teimum ásetingum og boðum, sum sambandið gevur limunum, herundir at gjalda tað limagjald, sum er álagt limunum av sambandinum.

Hinvegin njóta limirnir øll tey rættindir, sum fylgja av limaskapinum, herundir at møta á aðalfundi og at luttaka í øllum tí virksemi, sum sambandið fyriskipar.

§ 6
Uppsøgn
Limur kann siga limaskap sín upp við einum mánað freist til ein 1. í einum mánaði. Limur kann eisini koyrast úr sambandinum, um limur grovt hevur forbrotið seg, herundir ikki hevur goldið gjaldkomið limagjald í minsta lagi í eitt ár og brotið viðtøkur sambandsins. Limur, sum verður koyrdur úr sambandinum, kann leggja spurningin fyri fyrstkomandi aðalfund til støðutakan.

Hóast uppsøgn, bæði frá limi sjálvum og av sambandinum, heftir limur tó fyri gjaldkomið limagjald fram til uppathald av limaskapinum.

§ 7
Aðalfundir
Aðalfundurin, sum verður hildin í heimstaði sambandsins, er hægsti myndugleiki sambandsins. Ársaðalfundur verður hildin, áðrenn 1. mars er farin. Starvsnevndin kallar inn til aðalfund við skrivligari fráboðan til allar limir sambandsins við í minsta lagi 14 daga varningi. Mál, sum limir vilja hava til viðgerðar, skulu vera starvsnevndini í hendi í minsta lagi 12 dagar undan aðalfundinum. Mál frá limum, sum ikki eru send út saman við fundarinnkallingini, verða fráboðað limum skrivliga í minsta lagi 8 dagar undan aðalfundinum, samstundis sum fráboðað verður, at fullfíggjað uppskot liggja frammi til gjøgnumgongd á skrivstovu sambandsins somuleiðis 8 dagar undan aðalfundinum.

Atkvøðurætt á aðalfundinum við eini atkvøðu hava: Feløgini og nevndarformaðurin i DSF. Um atkvøðurnar eru javnar, er atkvøðan hjá formanninum avgerðandi.

Starvsnevnds ÍSF´s hevur rætt at møta á aðalfundi sum eygleiðari og verður at innkallað til aðalfundar eftir somu reglum sum omanfyri.

Fundarskráin á ársaðalfundi er henda:
1. Val av fundarstjóra
2. Frágreiðing nevndarinnar fyri farna árið
3. Framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar
4. Val av starvsnevndarlimum og møguligum eykalimum
5. Val av grannskoðara
6. Innkomin mál
7. Ymiskt

Fundarstjórin, sum kann vera nevndarlimur, ger av allar ivaspurningar á fundinum, herundir eisini, hvussu atkvøðugreiðsla fer fram. Atkvøðast kann sambært fulltrú. Fundarstjórin ger av gildi hennara.

Eykaaðalfundur verður hildin, tá starvsnevndin heldur tað vera neyðugt, og eftir ynski frá minst helvtini av limunum. Innkallingar- og framløgufreistir og mannagongd annars er tann sama sum á vanligum ársaðalfundi.

§ 8
Nevndin
Sambandið verður stýrt av einari starvsnevnd, sum hevur fimm limir. Eykalimir kunnu veljast. Nevndarlimir verða valdir annaðhvørt ár, soleiðis at annaðhvørt ár standa tveir nevndarlimir fyri vali, meðan annaðhvørt ár standa tríggir limir fyri vali. Einki felag kann hava meir enn tveir limir í starvsnevndini. Starvsnevndin skipar seg sjálv.

Nevndin kann gera reglugerð fyri virksemi sínum.

Fer nevndarlimur frá í úrtíð, verður innkallað til eykaaðalfund til val av nýggjum nevndarlimi, um eingin eykalimur er valdur.

Starvsnevndin velur eina ungdómsnevnd við trimum limum. Ein limur er úr starvsnevndini, hinir báðir verða valdir eftir uppskoti frá feløgunum. Ungdómsnevndin verður vald á hvørjum ári, í seinasta lagi 3 vikur eftir, at starvsnevndin hevur skipað seg.

Starvsnevndin hevur heimild til at seta aðrar undirnevndir. Um neyðugt við fólki uttan fyri DSF. Allar undirnevndir virka undir ábyrgd og góðkenning starvsnevndarinnar.

Gerðabók verður førd fyri allar aðal- og nevndarfundir.

§ 9
Dómsnevndin
Í dómsnevndini sita 3 limir, sum arbeiða sambært reglugerð fyri dómsnevndir hjá ÍSF. Um dómsnevndin ikki er sett, verður starvsnevndin at meta sum dómsnevnd.

§ 10
Tekningarreglur
Sambandið verður teknað av í minsta lagi tveimum starvsnevndarlimum. Til keyp, sølu ella veðseting av føstum ognum krevst bæði nevndar- og aðalfundarsamtykt.

§ 11
Heftilsi
Sambandið heftir bert fyri skyldum sínum við teimum til eina og hvørja tíð verandi ognum, sum hoyra sambandinum til. Limirnir í sambandinum og nevndin hefta ikki persónliga fyri sambandsins skyldum, men bert við sínum limagjaldi.

§ 12
Roknskapur
Roknskaparár sambandsins er 1. januar til 31. desember. Fyrsta roknskaparár eftir broytingina er frá 1. juli 2020 til 31. desember 2020. Roknskapurin verður grannskoðaður av einum á aðalfundi valdum grannskoðara, sum hevur rætt at kanna sambandsins bøkur og skjøl, tá ið hann ynskir tað.

§ 13
Viðtøkubroytingar
Fyri at broyta viðtøkurnar krevst aðalfundarsamtykt, har í minsta lagi 2/3 av møttu limunum atkvøða fyri.

§ 14
Avtøka
Fyri at taka sambandið av krevst aðalfundarsamtykt við, at í minsta lagi 3/4 av limum sambandsins eru á fundi og samstundis eisini atkvøða fyri.

Verður sambandið tikið av, velur aðalfundurin ein ella fleiri avtøkustjórar. Eitt møguligt avlop, aftaná at allir kravánararnir hjá sambandinum hava fingið fulna, skal nýtast til eitthvørt virksemi, sum hevur samband við endamál sambandsins.

Soleiðis samtykt á stovnandi aðalfundi í Tórshavn tann 29. september 2018.

Nevndin